Kunning um Firmport sp/f

Firmport sp/f er vikarstova, stovnað í 2014. Felagið samstarvar við fleiri størri og minni byggifyritøkur í Føroyum ísv veitan av útlendskari arbeiðsmegi.


Vikarstovuvirksemi er als ikki nakað nýtt í okkara landi og er væl kent á okkara leiðum. Dømi eru læknar og sjúkrasystrar, sum koma til føroyska sjúkrahúsverkið at starvast í longri ella styttri tíðarskeið gjøgnum eitt nú danskar vikarstovur. Føroyingar innan føroyska heilsuverkið arbeiða í útlendskum sjúkrahúsum gjøgnum vælvirkandi útlendskar vikarstovur. Føroyskir handverkarar arbeiða í stórum tali í eitt nú norsku oljuvinnuni gjøgnum føroyskar vikarstovur (Pam Offshore og Offshore Service), og halda vit sjálvandi at hetta er gott fyri allar partar.

Virksemið hjá Firmport er á allan hátt at meta við virksemið hjá nevndu fyritøkum.


Endamálið við heimasíðuni er at geva lesaranum innlit í virksemi felagsins eftir at kanningin "Rumenar á loftinum" var almannakunngjørd 05.08.2019. Firmport er í kanningini fyri stórum órætti, og verður hongd út sum ein nærum kriminell fyritøka. Hetta ynskja vit staðiliga at afturvísa og vísa á fakta og upplýsingar, soleiðis at lesarin sjálvur kann gera sær eina mynd av virksemi felagsins.


Vinarliga


Heðin Lamhauge, stjóri

Meylur: hl@firmport.com

Tel: 56 66 20

Upplýsingar um Jekaragøtu nr. 8 og nr.  10

Kanningin "Rumenar á loftinum" roynir at vísa á bústaðarviðurskiftini í Jekaragøtu nr 8 og nr. 10 sum óegnað.

Hetta er at rangsnúgva veruleikan. 


Fakta um arbeiðsbústaðirnar í Jekaragøtu: 

  • Innrætningurin er frá 70´unum og nakað er ný-umvælt.
  • 12 dupultkømur, 2 minni íbúðir við 2 persónum hvør og 10 einkultkømur í tveimum bygningum. Tvs í mesta lagi 38 persónar í 750 fermetrum. Er tað nógv ella lítið? Um ein umroknar hesar fermetrar til sethús á 150 fermetrar, gevur hetta 5 sethús. Tvs tað búgva mesta lagi 7,5 persónar í miðal umrokna pr sethús, og sum arbeiðsbústað lýkur tað altjóða krøv á 15-20 fermetrar pr persón.
  • 13 (trettan!) baðiverilsir harav 7 av teimum eru yngri enn 10 ár.
  • 7 køkar (harav 3 nýggir) og 
  • 7 sett av nýggjum vaskimaskinum og turkitrumlum. 


Tvs, pr 3-4 kømur er køkur/uppihaldsrúm, baðiverilsi, vaskimaskina og turkitrumla. Faktaramsan omanfyri fekk tíverri ikki pláss í kanningini.

  • Í tíðarskeiðnum 2014-2019 var húsaleigan 1.750 kr/mðr pr persón. Tvs. uml helvtin av marknaðarprísinum. Nú er leigan 2.000 kr/mðr pr persón í dupultkamari og 2.300 kr/mðr fyri einkultkamar. Tvs marknaðarleigan er uml 60% hægri pr persón.



Her síggjast nakrar myndir frá Jekaragøtu (myndamaðurin hjá Sosialinum hevur tikið nakrar av myndunum). 


Jekaragøta 8 og 10
Jekaragøta 8 og 10
Jekaragøta liggur serstakliga væl og sentralt fyri við Skansan.
Kamar við baðiverilsi
Kamar við baðiverilsi
Køkur í Jekaragøtu 8
Køkur í Jekaragøtu 8
Kamar í Jekaragøtu 10
Kamar í Jekaragøtu 10
Kamar Jekaragøta 10
Kamar Jekaragøta 10
Uppihaldsrúm
Uppihaldsrúm
Nýtt baðiverilsi Jekaragøta 10
Nýtt baðiverilsi Jekaragøta 10
Baðiverilsi Jekaragøta 8
Baðiverilsi Jekaragøta 8
Baðiverilsi í kamari í Jekaragøta 8, har 6 av kømurunum hava baðiverilsi av nýggjari dato.
Jekaragøta
Jekaragøta
Gott útsýni
Gott útsýni
Jekaragøta liggur serstakliga væl og sentralt fyri við góðum útsýni.
Kamar Jekaragøta 10
Kamar Jekaragøta 10
Kamar Jekaragøta 10
Kamar Jekaragøta 10
Køkur Jekaragøta 10
Køkur Jekaragøta 10
Baðiverilsi Jekaragøta 10
Baðiverilsi Jekaragøta 10
Køkur Jekaragøta 10
Køkur Jekaragøta 10

Ymisk skriv/kunning

Heðin svarar ákærum ísv kanningina í sendingini Summatímin frá 05.08.2019 (20:40 min inn í sendingina)

https://kvf.fo/sending/summartimin?sid=97365

(20:40 min inn í sendingina)

Tíðindaskriv frá Firmport 23.08.2019

Samstarvsfyritøkur hjá Firmport - Felags fráboðan

Tíðindaskriv frá Havnar Arbeiðarafelag - biður Firmport um treytaleysa umbering

25 avklárandi spurningar til Firmport 

Grein um rættartrygd borgarans:

ALMANNAKUNNGERING AV KANNING OG RÆTTARTRYGD - MONTESQUIEU EBBAR ÚT

COPYRIGHT © ALL RIGHTS RESERVED